Lars Olsen fjaldi eftir dystarlok í kvøld ikki fyri, at hann ikki helt tað vera samsvarandi leikgongdini, at tað endaði málleyst millum Føroyar og Lettland.
-Vit høvdu greiða yvirvág í spæli, og vit høvdu møguleikar at avgera okkum til fyrimunar. Tá ið tað ikki eydnaðist, so mugu vit fegnast um, at vit aftur í kvøld megnaðu at halda tætt og harvið um, at mótstøðuliðið ikki skoraði, sigur landsliðsvenjarin, og hann heldur fram:
-Vit arbeiddu nógv fyri at søkja møguleikan at skora málið, sum kundi bera sigurin við sær, og vit spældu okkum í góðar støður. Innskiftingarnar riggaðu væl, men tað endaði kortini málleyst. Tá ið vit hittust týsdagin, segði eg við spælararnar, at nú skuldu við miðja eftir triðja plássi í bólkinum. Tí hava vit framvegis møguleika fyri, nú Ungarn tapti 5-2 í Sveis. Treytin hjá okkum er, at vit skulu vinna í Budapest. Tað er stór avbjóðing, men hon er ikki ómøgulig, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.
Tá ið Ungarn var gestur í Føroyum sætta september í fjør, var úrslitið málleysur javnleikur.
Í kvøld vann Portugal 2-0 á útivølli ímóti Andorra, og Sveis vann 5-2 á heimavølli ímóti Ungarn.
Sveis er á odda í bólkinum við 27 stigum. Portugal er næstfremst við 24 stigum, Ungarn hevur tíggju stig, og Føroyar hava níggju stig. Lettland og Andorra hava fýra stig.
Týskvøldið verður tíggjunda og síðsta umfar: Portugal-Sveis, Lettland-Andorra og Ungarn-Føroyar.
Portugal hevur við sigri á heimavølli ímóti Sveis møguleika at spæla seg beinleiðis í HM endaspælið í Russlandi næsta summar. Málmunurin hjá Portugal er +26, og hjá Sveis er hann +18.