Lars: Hetta var eitt antiklimaks

(FM1) Landsliðsvenjarin er vónbrotin um mistøk í uppspælinum sum førdi til tvey mál hjá Kosovo

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við føroyska landsliðsvenjaran, Lars Olsen aftaná Lars hevði sæð sínar menn tapa 0-3 ímóti Aserbadjan í Nations League dystinum á Tórsvølli ígjár.

 

- Hetta var eitt antiklimaks, heldur Lars Olsen fyri.

 

Hann heldur, at hansara menn gjørdu nógv góð ting leikliga, men samstundis er tað eitt vónbrot við mistøkunum har tað í tveimum førum er talan um mistar bóltar í uppspælinum, ið Aserbadjan gagnnýtir.

 

Lars Olsen viðgongur, at tað verður torført at vinna bólkin nú, men hann og spælararnir fara at stríðast fyri ærunu, og so má tíðin vísa hvussu langt tað røkkur.