Lars harmast um tvey tey síðstu málini

Landsliðsvenjarin er nøgdur við avrikið, men harmast um at Týskland skuldi vinna 3-0.

Føroyska A-landsliðið tapti í gjár 3-0 fyri Týsklandi á Tórsvølli. Per Mertescaker legði Týskland á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð bragdaði aftur hjá týsku heimsstjørnunum, tá teir fingu brotsspark og Atli Gregersen fekk beinleiðis reyt kort. Mesut Özil umsetti til mál, áðrenn Thomas Müller staðfesti sigurin.

 

 - Samanumtikið eri eg nøgdur. Tað er ringt, at vera nøgdur tá tú hevur tapt, men vit møta einum liðið í heimsflokki. Í fyrra hálvleiki órógva teir okkum við skjótum spæli, men í seinna hálvleiki eru vit við at fáa um endan til teir so fáa brotsspark. Tíggju móti ellivu, tá er dysturin taptur, sigur Lars Olsen og heldur fram.

 

- Í mun til dystin í Hannover, so haldi eg at liðið hevur gjørt framstig. Vit eru betri til at spæla bóltin okkara millum og vit koma til fleiri møguleikar. Sæð á tann hátt, so er avrikið á góðari leið, sigur landsliðsvenjarin.

 

- Vit tosaðu í hálvleikinum um, at týskarnir mátti fyri alt í verðini ikki fáa mál nummat tvey. So leingi støðan er 1-0, so trúgva vit upp á tað og skulu bara hava ein málmøguleika. Hann fáa vit eisini móti endanum. Hevði støðan tá verið 1-0, so kundu enntá fingið okkurt burturúr, sigur Lars Olsen

 

Landsliðsvenjarin fegnast eisini um, at fleiri av innskiftu spælarunum vísa, at teir eru til reiðar at bjóða av. Spurdur um góða avrikið hjá Pálli A. Klettskarð tað løtuna hann var á vøllinum, svaraði Lars soleiðis:

 

- Tað eru fleiri og fleiri, ið bjóða seg fram. Tað er gleðiligt fyri meg sum venjara, at eg kann skifta út uttan at liðið blívur verri. Eg eri eisini væl nøgdur við avrikini hjá Christiani R. Mouritsen og Halli Hansson, sum kom inn á miðuni. Jónas Tór Næs situr uttanfyri til hendan dystin, men eisini ein Heini Vatnsdal bankar upp á at sleppa inn. Kundu vit so fingið gongd í Odmar Færø, so sær heilt gott út, sigur Lars Olsen.

 

Avgerandi støðan í dystinum kemur eitt korter fyri tíð, tá Atli Gregersen fær reytt kort fyri at fella Thomas Müller.

 

- Eg síggi ikki støðuna. Atli sigur, at hann møguliga rakar hann, men eg havi ikki sæð tað umaftur. Vit eru í álopið og Rógvi Baldvinsson fer framvið og vit missan bóltin. Slíkt verður tú revsaður fyri, sigur landsliðsvenjari og leggur at enda afturat:

 

- Í dag síggja vit, at vit í fleiri førum kunnu spæla við og tað skulu vit halda fast í.