Føroyar spæla í kvøld klokkan 19:45 seinasta undankappingardystin í EM-undankappingini, tá Føroyar bresta saman við Ungarn á Groupama Arena í Budapest.
Í mun til dystin móti Lettlandi fyri trimum døgum síðani er nú greitt, at landsliðsvenjarin, Lars Olsen, fer at gera fýra broytingar til dystin móti Ungarn í kvøld. Harafturat er eisini greitt, at formatiónin hjá føroyska liðnum verður broytt, har tað nú aftur verður farið yvir til at spæla við trimum miðverjum, samanborið við tveimum móti Lettlandi leygarkvøldið.
Tær fýra broytingarnar, ið eru gjørdar á føroyska liðnum eru at Sonni Ragnar Nattestad, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen og Róaldur Jakobsen rúka út úr føroysku byrjunaruppstillingini.
Teir verða avloystir av Rógva Baldvinsson, Odmari Færø, René Shaki Joensen og Ára Mohr Jónsson.
Føroyska liðið til dystin móti Ungarn í kvøld sær tí soleiðis út:
Føroyar (3-6-1): Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen (Liðskipari), Rógvi Baldvinsson – Jónas T. Næs, Sølvi Vatnhamar, René S. Joensen, Fróði Benjaminsen, Gilli R. Sørensen, Ári M. Jónsson – Jóan Símun Edmundsson