Í oktober er fimm ára starvssetanin hjá Lars Fodgaard Møller sum landslækni í Føroyum úti, men longu nú er greitt, at hann heldur fram í starvinum eftir tað.
– Eg eri spurdur, um eg vil leingja starvssetanina í trý ár afturat, sum møguleiki er fyri, og eg havi játtað, sigur Lars Fodgaard við Sosialin um vikuskiftið.
– Eg havi framvegis ein mánað uppsagnartíð, um tað skuldi verið, men eg havi sagt ja takk til at halda fram í starvinum í trý ár afturat, sigur hann.
Harvið er greitt, at hann heldur fram sum landslækni til oktober 2025.
Lars Fodgaard Møller er 66 ára gamal og ættaður úr Roskilde. Hann tók útbúgving sum lækni í 1982 og hevur víðariútbúgvið seg síðan. Hann er serlækni í samfelagsmedisin. Hann hevur starvast fyri eitt nú Københavns Universitet, Heilsustýrið og WHO. Síðan 1. november 2017 hevur Lars Fodgaard verið landslækni í Føroyum.
– Eg haldi ikki, at tað er nakar stórur munur millum Føroyar og Danmark. Jú, fólkið er eitt sindur øðrvísi, og mentanin er øðrvísi. Føroyingar ganga meira upp í átrúnaðin, at mann skal klára seg við tí, mann hevur, og her er sterkari tjóðskaparkensla enn í Danmark. Hetta kann mann uppliva í smærri samfeløgum, og eg meti tað vera nakað positivt og sympatiskt, sigur Lars Fodgaard Møller við Sosialin.
Í Sosialinum hetta vikuskiftið er longri samrøða við landslæknan. Har greiðir hann frá, hví hann kom til Føroya av fyrstan tíð, hvussu tíðin við koronu hevur verið, og hvussu hann hevur kent trýstið, sum hevur verið á hann hesa tíðina.