Lars Emil stillar uppaftur

Lars Emil Johansen, sum umboðaði Grønland í Fólkatinginum til valið í 2011, stillar nú upp á listanum hjá Siumut til landstingsvalið í Grønlandi í næsta mánað. Tann 62 ára gamli Lars Emil er á valevnislistanum hjá sínum gamla flokki, Siumut.

Lars Emil Johansen hevur verið virkin í grønlendskum politikki í mong ár. Í 1979 varð hann valdur í Landstingið. Hann var landsstýrismaður í ráevnismálum frá 1979 til 1986 og landsstýrisformaður frá 1991 til 1997. Frá 1987 til 1997 var hann formaður í Siumut. Lars Emil Johansen var fólkatingsmaður frá 1973 til 1979 og aftur frá 2001 til 2011.

-Flokkurin hevur biðið meg stilla upp, og tá eg havi heilsu og orku til tað, helt eg ikki, at eg kundi siga nei. Vit hava eitt tað týdningarmesta tíðarskeiðið í landsins søgu framman fyri okkum, og eg vil fegin brúka mínar royndir til at útvega landinum eina betri framtíð, sigur Lars Emil Johansen við grønlendska kringvarpið.

Valið í Grønlandi verður tann 12. mars.