Lars Emil úr Norðuratlantsbólkinum

Lars Emil Johansen fer nú burtur úr Norðuratlantsbólkinum í Fólkatinginum. Nú fer hann at arbeiða saman við Sosialdemokratunum ístaðin fyri. Tað hendir, eftir at forkvinnan í Siumut, Aleqa Hammond, hevur skrivað undir eina samstarvsavtalu við sosialdemokratiska flokkin í Danmark. Avatlan bleiv undirskrivað í gjár.

Sambært avtaluni fer fólkatingsumboðið hjá Siumut at taka lut í fundum hjá sosialdemokratiska tingbólkinum, floksfundum, ráðstevnum og altjóða fundum.

Lars Emil Johansen sigur við KNR, at sjálvstýrislógin hevur broytt viðurskiftini, og at lykilin til sjálvræði Grønlands er nú fluttur til Grønlands.

Lars Emil Johansen hevur myndað Norðuratlantsbólkin saman við Julianne Henningsen úr IA og Høgna Hoydal úr Tjóðveldi.