Eftir meira enn 40 ár í grønlendskum politikki, ætlar Lars Emil Johansen ikki at stilla upp aftur, skrivar blaðið AG í dag.
Hann stillar ikki upp til landstingsvalið, sum ætlandi verður komandi ár og heldur ikki til fólkatingsvalið, sum verður um 3 ár. Lars Emil Johansen, sum skjótt verður 62 ár, heldur at best er við einum skifti nú, men tað er ikki tí, at eg eri vorðin gamal, sigur hann við AG.
Lars Emil var við at stovnað Siumut, hann hevur eisini verið fólkatingslimur í nógv ár, men nú ætlar hann at gevast við politikkinum.
Lars Emil vildi einki siga um, hvat hann ætlar at takast við, tá ið hann gevst sum politikkari.