Í Føroyum er tað eingin, sum dugir so væl at døma fótbóltsdystir sum Lars Müller. Tað bleiv kunngjørt á Hvonn Live, har Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya fagna fótbóltinum saman við Hvonn.
Lars Müller hevur dømt tilsamans 24 dystir í ár. Talan er um dystir í bæði Effodeildini, steypakappingini, 1. og 2. deild. Harumframt dømdi hann eisini Stórsteypadystin millum EB/Streym og Víking tíðliga í ár.
Lars Müller gjørdist Ársins dómari frammanfyri Petur Reinert og Ransin Djurhuus.
Lars Müller gjørdist eisini Ársins dómari í fjør.