Larry King gevst

Hann hevur gjørt meiri enn 40.000 útvarps- og sjónvarpssamrøður og hitt fleiri av heimsins mætastu politikarum, men nú gevst Larry King sum vertur hjá amerikonsku sjónvarpsstøðini CNN.

Tey seinastu 25 árini hevur hann verið maðurin aftan fyri sendingina ?Larry King Live?, men nú hevur tann 76 ára gamla sjónvarpsímyndin valt at gevast við sendingini, sum hevur havt færri og færri hyggjarar teir seinastu mánaðirnar.

Larry King, sum hevur svenska konu, byrjaði sum útvarpsmaður í Florida í 1950´árunum. Síðani hevur hann tpsað við eitt ótal av fólki, og í hópinum eru millum annað kendir politiskir leiðarar sum Mikhail Gorbatjov, Margaret Thatcher og Ronald Reagan.