Larmur á Signabø: Eingin loysn í eygsjón

Havnarmeistarin heldur, at skipini skulu hava loyvi til at larma.

Ófriðurin, sum ávirkar fólkini á Signabø er ikki ein nýggjur trupulleiki, hóast tað var til viðgerðar á býráðsfundi í gjárkvøldið. 

 

Sum tað sær út í løtuni, eru ikki útlit til, at trupulleikin verður loystur fyribils. 

Havnarmarmeistarin í Tórshavnar Kommunu ásannar at tað ber ikki til at geva øllum skipum streym úr landi, og soleiðis fáa larmin minkaðan. Men hann heldur, at miðast skal ímóti at veita streym frá landi har hetta er tøkniliga og fíggjarliga ráðiligt.

 

Hinvegin heildur hann, at tað ber ikki møguligt hjá øllum skipum at larma minni enn eitt ávíst. Tí heldur hann, markvirðið fyri larm frá motorum hækkast, so at skip, sum larma verri, verða lógliggjørd. 

 

Og samstundis eigur markið og at tað eigur at verða eins fyri alt landið, men tey halda, at ein máti er at geva eldri skipum undantaksloyvi, so at tey kunnu larma verri enn hámarkið annars er.

 

Tað er Vinnunevndin hjá býráðnum ikki heilt samd í. Tey halda, at eitt markvirði eigur at ásetast, men at tað kanska er rímiligt at geva undantaksloyvi til eldri skip.