Larmur í ferðsluni

Ein nýggj kanning hjá alheims heilsustovninum WHO er komin til ta niðurstøðu at larmurin frá ferðsluni í ES, og øðrum vesturevropeiskum londum, er atvoldin til at fólk gerast sjúk.

Í kanningini skjalprógvar WHO samanhang millum ferðslularm og hjarta- og karsjúkur. Sjúkurnar koma serliga av, at náttarsvøvnurin verður avbrotin, og fólk fáa ikki frið at sova.