Atli situr í einum ógvuliga virknum rúmi her í Stíggjur.
Hann er starvsfelagi við ta virkisfúsu Joannu, og sita tey við sama borð.
Allatíðina, meðan umboðið fyri tíðindatænastuna er á vitjan, koma fólk inn í rúmið at heilsa uppá tann fremmanda.
Henda mánadagin vit vitjaðu verkhúsið hevði Atli eisini eitt arbeiði at gera: Hann sat og skræddi eitt klædnastykki í smærri pettir.
- Hetta skal verða til borðlappar, sigur Atli.
Hann hevur júst skrætt eitt slíkt stykki sundur í fýra petti, og fer um eina løtu til seymimaskinuna.
Her skal ein kantur seymast á, og síðani verður alt pakkað í vakrar bunkar við fýra lappum í hvørjum.
Hóast onkur kanska kundi hildið, at hetta er eitt einfalt arbeiði, so hevur hetta stóran týdning fyri Atla. Hann kann nevniliga staðfesta, at hesir lapparnir eru sera væl umtóktir millum manna.
- Tað er stuttligt at fólk vilja keypa teir, sigur Atli.
Tey, sum keypa lappar hansara eru bæði privatfólk, handlar og ellisheim.