Húsini standa ovarlaga í bygdini, har 17 ára gamli italiumaðurin skal búgva fram til komandi summar.
Hann er komin allan vegin úr milliónabýnum Palermo á Sicilia til lítlu fjarskotnu bygdina Selatrað við eini 60 íbúgvum.
Langur vegur fyri ein ungling. Men samstundis eitt ótrúligt høvi hjá einum skúlanæmingi at læra eitt nýtt land og aðra mentan at kenna. Og so at læra eitt fremmant mál aftrat.
Tá skúlaárið byrjaði í august mánaði var Peppe millum næmingarnir á Kambsdali.
- Tað var nokkso ringt at skilja nakað av tí føroyska málinum. Eg skilti bert einstøk orð at byrja við.
- Men nú gongur nógv betri, sigur Peppe í hesi samrøðuni, sum øll er gjørd á føroyskum!
Vit hittu Peppe ein týsdag fyrr í hesum mánaðinum. Ein dag har tær fýra føroysku árstíðirnar kappaðust um at vinna ræðið á Selatrað og har úti í Sundalagnum.
Sjokk av Selatrað
At Peppe yvirhøvur kom til eina so lítla og fjarskotna bygd sum Selatrað, var kanska meiri tilvild enn nakað annað.
- Eg hevði faktiskt valt at fara til Danmarkar við AFS, men eg ynskti eisini at koma til eitt stað har ein var tætt við sjógvin - og nærhendis fiski.
- Vit funnu so útav, at í hesum føri vóru Føroyar rætta staðið fyri meg. Og tað hendi, hóast eg ikki visti nakað um landið, greiðir Peppe frá.
Umsóknin um at sleppa til Føroyar varð skrivað, og nú var bert eftir at vita, um tað var gjørligt at sleppa higar. Í øðrum lagi var neyðugt at finna eina føroyska familju til hansara.
Hetta eydnaðist tíbetur, og tá hann fekk hesi boðini, var tað fyrsta hann gjørdi at fara inn á eina italska heimasíðu at finna upplýsingar um Føroyar og Selatrað.
Og tá fekk hann veruliga eitt sjokk:
- Tær tóktust vera sera langt burturi, og eisini øgiliga lítlar. Eg bleiv næstan sjokkeraður, tá eg sá at tað bert búðu 58 fólk í bygdini, har eg skuldi verða.
- Í dag vil eg siga, at hetta er ein sera vøkur bygd við kirkju, bátahyli og øðrum. Ja, eg eri sera glaður um at vera komin júst higar, sigur Peppe.
Tað sigur hann, hóast vinir og frítíðartilboð eru á Strondum.
Sonurin fer frá mær
Hósdagin 3. august í fjør var dagurin komin tá Peppe skuldi úr Palermo og út á eina ferð til eitt ókent stað í Norðurhøvum.
Hetta var ein rørandi løta fyri hann og familjuna. Mammuni hevði nevniliga ikki dámað so væl, at hann fór við AFS í eitt annað land.
- Tá eg segði henni, at vildi sleppa við AFS, tá græt mamma. Vit hava nevniliga sera sterk familjubond hjá okkum.
- Jú, tú, mamma græt veruliga. Hon bleiv við at siga, at “Nú fer sonur mín frá mær!”, greiðir Peppe frá við einum brosi.
Hann eigur sjálvur eina eldri systir og ein yngri beiggja, men tað var líkasum ikki so lætt hjá mammuni at sleppa tí mittasta barninum.
- Men eg hevði avgjørt tað, og tí fór eg avstað!
- Fært tú pasta?
Tað kostar ikki heilt einki at fara við AFS. Peppe var kortini heppin: Hann vann nevniliga pening í eini kapping, sum ein fyritøka í heimbýi hansara skipaði fyri.
Soleiðis vóru tær fíggjarligu forðingarnar beindar burtur fyri at sleppa allan vegin úr Sicilia til Selatrað.
Sambandið við familjuna fær hann dagliga umvegis MSN-skipanina. Og tað er ikki sørt, at mamman framvegis hugsar um sonin sum er so langt burturi úr heimlandinum:
- Hon spyr meg altíð, hvat eg havi etið. Og so plagar hon at leggja aftrat: - Góði, fært tú nakað pasta har?!
Kalt
“Gløgt er gestsins eyga” verður tikið til av røttum. Og tá Peppe kom til Føroyar, fyri meiri enn hálvum ári síðani, legði hann eisini merki til ymiskt, sum hann ikki var vanur við.
Úr flogfarinum hevði hann vónað at sæð okkurt av oyggjunum úr luftini, men har vóru bara skýggj og aftur skýggj at síggja. Og áðrenn hann reiðiliga visti av tí, hevði flogfarið sett seg í Vágum.
- Tá eg so kom út úr flogfarinum legði eg beinanvegin merki til, hvussu kalt tað var her. Jú, tað var munur á.
Pápin í húsinum var til skips, henda dagin hann kom til Føroyar, men hini í familjuni vóru í Vágum og tóku ímóti honum.
Slitin orðabók
Peppe dugdi enskt og tað gjørdu fleiri av familjuni á Selatrað eisini - tó ikki mamman. Samanspælið hevur tó gingið væl - hann hevur tosað enskt við tey og hevur so líðandi lært seg meiri og meiri føroyskt.
- Vit gjørdu av, at frá nýggjárinum skuldu vit bara tosa føroyskt í húsinum. Hetta var eitt sindur hart fyri meg, men tað gongur betur og betur, sigur ungi AFS’arin.
Hann hevur tosað við nógv við 12 ára gamla “beiggja” sín á Selatrað, og hann hevur gingið í kvøldskúla á Strondum at læta seg føroyskt.
Her hevur Peppe og hinir fimm útlendsku næmingarnir lært um málið, mentanina og hvussu teir vanligu lutirnir eita í einum heimi, t.d. í køkinum, stovunum og úti.
- Nei, eg haldi ikki at tað er so øgiliga ringt at læra føroyskt. Men tað krevur sítt.
Til hjálp í mállæruni hevur hann ognað sær eina føroysk-italska orðabók, sum hevur verið honum til stóra hjálp. Onkutíð, tá einki hevur verið at gjørt, hevur hann lisið í henni fyri at læra seg enn fleiri føroysk orð.
- Tú sært, hvussu nógv eg havi brúkt hana. Perman er langt síðani slitin av, sigur hann við einum brosi.
Pizza við stórum P
Er nakað sum Italia er vorðið kent fyri, so man tað vera pizza.
Hvussu skipaðu tey seg við matgerðini? Er pizza á borðinum fleiri ferðir um vikuna?
- Tú, altso. Skalt tú tosa um eina ordiliga pizza, so mást tú altso fara til Italia. Har fært tú Pizza við stórum P!, sigur Peppe við einum brosi.
Í heiminum á Selatrað hevur húsmóðirin verið ófør at borðreiða við nógvum ymiskum føroyskum rættum - eisini við pizza.
Sjálvur sigur Peppe seg ikki vera kræsin, tá talan er um mat - eisini tann útlendska.
- Mær dámar allan føroyskan mat. Hann smakkar væl, hóast hann er øðrvísi enn tann har heimi á Sicilia!
- Peppe er sum eitt húsfólk
At Peppe yvirhøvur kom so langt sum til Selatrað, kann hann takka eini lýsing í bløðunum fyri.
Í bløðunum sá føroyska mamma hansara, Tórhild Djurhuus eina lýsing, har søkt varð eftir føroyskum familjum sum kundu hava ein útlendskan AFS’ara búgvandi í eitt ár.
Sama lýsingin hevði staðið í bløðunum fyri tveimum árum síðani, og tá søktu tey eisini. Tá fingu tey ongan, men í august mánaði í fjør fingu tey at vita at italski drongurin Giuseppe Testaverde skuldi búgva hjá teimum.
Tey kendu ikki nógv til AFS frammanundan, men í dag kann Tórhild bara staðfesta, at tað hevur verið sera stuttligt at havt ein AFS’ara í húsinum.
- Peppe, hann er nemmur at hava við at gera. Hann bleiv sum eitt húsfólk beinanvegin, greiðir Tórhild frá.
Tá ein býr so fjarskotið sum á Selatrað, má ein taka við og innstilla seg uppá, at neyðugt er at koyra nógv til Strendur og aðrastaðni.
Peppe hevur nevniliga spælt hondbólt við STÍF á Strondum. Sum italienari er hann helst meiri áhugaður fótbólti, men hann kom kortini so við og við eftir hondbóltsspælinum, og spældi sín fyrsta dyst móti VÍF í Vestmanna.
Annars gongur hann í skúla á Kambsdali. Hann fer úr Selatrað kl. 7:15 á morgni og er aftur kl. 16:30.
Frítíðina brúkar hann til hondbólt, kvøldskúla, men er annars nógv í bygdarhúsinum á Strondum og til dans í Fuglafirði og í Runavík.










