Articon byrjaði tíðliga í morgun fyrstu stoypingina av nýggju ferjuleguni í Nólsoy, og tá liðugt er, eru eini 110 til 115 kubikk sprænd niður á botn. Ferð er nú komin á arbeiðið at gera nýggja ferjulegu til Ternuna úti í Nólsoy.
Fyrsta stoypingin var í dag, og longu klokkan fýra í morgun byrjaðu bilarnir at koma úr Havn við betongi.
Roknað verður við at hetta fyrsta takið ikki verður liðugt fyrr enn um tíggjutíðina í kvøld, og tá eru væntandi millum 110 og 115 kubikk sprænd á sjógv, og tá er betingið komið upp um vatnskorpuna.
Vanliga eru teir 14 mans, sum arbeiða upp á ferjuleguna í Nólsoy, men tá stoypt verður eru sjálvsagt bilførarar eisini í Nólsoy. Eisini er neyðugt, at kavarar eru niðri og ansa eftir, at betongið endar øa røttum stað.
Tíðarmetingin sigur, at ferjulegan skal standa liðug um hálvan mai, men hettar er vetrarhálvan, og veðrinum fær eingin rættiliga vart seg fyri. Tó hevur gingið sum ætlað higartil.










