Í einum blað stendur at lesa um eina kvinnu, ið hevur havt “langt hár” alt sítt lív. Á eini heimasíðu stendur at lesa, at ein hárfríðkanarstova sigur, at eisini “langt hár”, ið er ójavnt klipt, fer at vera frammi. Ein uppskrift er upp á at binda ein “langan frakka”, og skrivað verður um “langar kjólar” á eini heimasíðu, ið burturav skrivar um pløgg.
Her er rætta orðið “síður”, tí hár, pløgg, gras o.a. eru síð. Vit hava sítt hár, skjúrtið er sítt og grasið er sítt. Orðið “síður” verður bæði nýtt um tað, ið røkkur langt niður og um tað, ið er høgt, t.d. gras, aldu og kava.
Brøkur kunnu tó vera langar ella stuttar. Eru tær ov síðar, mugu tær styttast ella leggjast upp.
Á netinum lesa vit bæði um hundar og fólk, ið eru langhærd. Eisini hevur staðið at lesa onkustaðni, at tað er gott at hava grasvøllin langhærdan um veturin. Her mugu vit hava í huga, at vit skulu nýta orðið síðhærdur, tá ið tað snýr seg um fólk; snýr tað seg um grasvøll, ber til at siga, at best er, um grasið er sítt um veturin. Fólk eru síðhærd, og ross eru síðføksut.
Seyður, hundar og onnur kríatúr kunnu vera síðullað. Tað øvuta av tí er at vera snøggullaður.
Fólk kunnu eisini vera brúnasíð. Tað verður sagt, um ein hevur síðar eygnabrýr, men kann eisini verða sagt, tá ið fólk fara at rísna, so tey rykkja brýrnar saman í misnøgd um eitthvørt.
Eitt tiltak er, at tað er líka vítt sum sítt – tað merkir “sama ger”. Her má leggjast dentur á, at tað ikki er líka vítt sum sítt, hvussu vit orða okkum.










