Langur leygardagur í fótbóltinum

Eingin dystur verður í Gundadali, og tríggir dystir vera í Eysturoy

11. umfar í Betrideildini verður í dag. Fyrsta bríksl verður í Fuglafirði klokkan 15, har tað verður varmakeldudystur millum ÍF og HB.

Síðsta bríksl verður fram ímóti klokkan níggju í kvøld við Løkina í Runavík, har NSÍ fær vitjan av EB/Streymi.

At tað hesa ferð verður spælt leygardag og ikki sunnudag kemst av tí, at fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið verður mikukvøldið. Tað verður ikki mett at vera ráðiligt, at tað eru færri enn fýra dagar millum, at spælararnir tørna til. Um tað er styttri millum dystirnar, so eru spælararnir ikki heilt úthvíldir, siga tey kønu.

Í Eysturoy eru tríggir dystir í dag. Har ber til at síggja fótbólt frá klokkan trý og út í eitt til klokkan níggju í kvøld. Bæði HB og B36 fara at spæla á útivølli, so tað verður eingin fótbóltur í Gundadali ídag.

 

KÍ – TB: Alex Troleis kl. 17.30

ÍF – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

NSÍ – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00

Skála – Víkingur: Rani A. Skaalum kl. 17.00

AB – B36: Dagfinn Forná kl. 17.00

 

HB1081126925
NSÍ1072125623
10721281023
B3610712291322
ÍF10514132016
Víkingur10424151514
EB/Streymur102176197
TB101366136
AB100467274
Skála100197301