Langur hondbóltsleygardagur á Rás2

Hilmar Jan Hansen sigur frá FM-finalunum hjá monnum og kvinnum. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna

Leygardagin verður nógvur hondbóltur á Rás2. Byrjað verður klokkan 15 har FM-finalu upptaktsprátini, sum vóru við Inga Olsen (VÍF), Sonna Larsen (H71), Marjuna F. Danberg (Neistin), Báru K. Hansen (Kyndil) og Hall Danielsen, samskipara hjá HSF verða endursend.

 

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá 2. FM-finaluni í FTZ-deildini millum H71 og VÍF. Dysturin í Hoyvíkshøllini byrjar klokkan 16. H71 vann 1. FM-finaluni við einum 28-27 sigri. Vinnur H71 ella er javnleikur, so er H71 føroyameistari. Vinnur VÌF verður 3. FM-finalan spæld sunnudagin.

 

Hilmar Jan Hansen fer eisini at siga frá 2. FM-finaluni í hvonndeildini millum Neistin og Kyndil. Dysturin í høllini á Hálsi í Havn byrjar klokkan 19.30. Kyndil vann 1. FM-finaluni við einum 26-22 sigri. Vinnur Kyndil ella er javnleikur, so er Kyndil føroyameistari. Vinnur Neistin verður 3. FM-finalan spæld sunnudagin.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. 

 

In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá FM-finalunum. Ljóðsamrøður, myndir o.a. tilfar kemur eisini út á in.fo, tá dystirnir eru spældir.