Tað er stór kapping í føroyska fótbóltinum. Eitt er kappingin í toppinum millum serliga NSÍ og HB, og í botninum, har FC Suðuroy við 2-1 sigri í jóansøkudystinum ímóti B71 styrkti um sína støðu.
Og eitt annað er kappingin við HM í Suðurafrika, har Týskland og Ongland klokkan 15 í dag spæla áttandaparts finalu.
Tríggir dystir eru í bestu deildini heima á landi í dag. Bara í tí eina førinum verður lagt til brots klokkan 15. Tað er í Fuglafirði, har ÍF fær vitjan av B36.
Hjá ÍF er Kaj Ennigarð burturstaddur, og Alexander Jovevic er skaddur. Hjá B36 er Símun Joensen framvegis skaddur.
Eftir FC Suðuroy sigurin í gjár er AB botnlið. Klokkan 17 í dag fáa argjamenn møguleika at lyfta seg av aftasta plássinum, men bitin er stórur. Oddaliðið NSÍ, sum hevur vunnið níggju tær seinastu ferðirnar, vitjar á Argjum.
HB fær vitjan av EB/Streymi. Fyrsta bríkslið í Gundadali verður klokkan 17.30, men HB boðar frá, at øll eru væl komin í HB húsið klokkan 15 at síggja HM fótbólt. Í vikuni skrivaði HB annars sáttmála við málverjan Tórð Thomsen, sum hevur spælt við AB.
Maria Ziskason fer at siga frá dystinum millum HB og EB/Streym í Kringvarpinum, meðan Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum millum AB og NSÍ á Rás2, og stendur soleiðis ein valmøguleiki í boði hjá øllum fótbóltsfjepparum í Føroyum.