Langtíðarsáttmálar til NSÍ profilar

NSÍ boðar í kvøld frá, at tveir av profilunum á liðnum hava longt sáttmálarnar við fleiri árum.

Í gjárkvøldið stongdi flytingarvindeyga í føroyskum fótbólti og longu dagin eftir, komu næstu stóru tíðindini.

 

NSÍ boðar í kvøld frá, at liðskiparin Klæmint A. Olsen og Árni Fredriksberg hava longt sáttmálarnar við felagið og talan er um langtíðarsáttmálar til báðar leikararnar.

 

Liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, ið var toppskjútti í Effo-deildini farna kappingarár og sum aftur í ár er toppskjútti í Effo-deildini við 15 málum í 15 dystum, hevur longt sín sáttmála við NSÍ fram til ársenda í 2018. Tað vil við øðrum orðum siga, at toppskjúttin er bundin at barndómsfelagnum í fýra og eitt hálvt ár fram.

 

Harafturat hevur framrættaði profilurin, Árni Fredriksberg eisini longt sín sáttmála við barndómsfelagið. Árni Fredriksberg hevur longt sín sáttmála við tveimum og einum hálvum árið, fram til ársenda í 2016.

 

Sostatt er tað kærkomið hjá NSÍ áskoðarunum at vita, at felagið hevur tryggjað sær tveir av stóru profilunum í Effo-deildini í nøkur ár fram.