Langtan

Innistongd hava tey staðið tað mesta av vetrinum. Veðrar og heystlomb. Nakrir hava kortini verið úti eina tíð og gjørt sína samfelagsskyldu, men fleiri hava bara verið inni og etið turt hoyggj. Nú vilja teir út ljósið aftur

Várlongsul
Edvard Joensen

Øllum leingist okkum eftir ljósum og lýggjum tíðum. Bæði tvíbeint og ferføtt, eins og tað, sum flýgur og skríður gleðir seg, nú sólin er farin at hækka og ljósari gerst fyri hvønn dag.
Ljósu tímarnir eru farnir at økjast i tali. Serliga í seinna enda hevur tað gjørt stóran mun, síðan vit snýttu sólina ein tíma og fóru yvir aftur til summartíð.
Øll gleðast vit, nú ljósari gerst. Tey tvíbeintu fáa betri hug til urtagarðin ella fótbóltsvøllin. Onkur gongur langar túrar, og onnur hava betri hug at fara á flot.
Eisini tey fýrføttu fara at merkja, at nú eru ljósari tíðir í væntu. Tey hava staðið - stundum í myrkri í hálv og heil samdøgur - og bíðað eftir hesum vælsignaða ljósinum, sum boðar frá, at nú fer grasið at grønka, og lýkkan kemur aftur í luftina.
Ikki vita teir, sum standa so altráir og stunda móti úthurðini, at stokkut verður løtan, teir fáa undir víðum lofti. Einar fýra mánar ella so, og so bíðar flettingarborðið.
Men ta stuttu tíð teir hava um summarið, hana liva teir.