Langt úti av vágafólki og norðoyingum

Fyri at fáa tunnil í Sandoy, verði eg tvingaður at loysa ein luksustrupulleika hjá Eysturoyingum

Tað er langt úti, soleiðis sum Vágafólk og norðoyingar bera seg at.

Tað heldur Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

 

Nú Løgtingið viðgerð semjuna um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, hevur Kristin Michelsen boðað frá, at hann vildi ikki frammanundan binda seg til at atkvøða fyri ætlanini.

 

Í løgtinginum sigur hann, at hann vónar ikki, at nú eysturoyingar og sandoyingar fáa tunnil, fara teir ikki at bera seg at, soleiðis sum norðoyingar og vágafólk hava gjørt.

 

- Vágafólk og norðoyingar hava gjørt púra greitt, at nú teirra undirsjóvartunlar eru við at verða goldnir, krevja teir at koyra ókeypis.

 

- Sostatt vilja tey ikki vera við í eini samhaldsfastari skipan og vera við til at rinda fyri aðrar tunlar.

 

Kristin Michelsen sigur, at sostatt eydnaðist ikki at leggja allar undirsjóvartunlarnar í eitt og sama tunnilsfelag, so at inntøkur úr Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, eru við til at rinda fyri aðrar samferðsluútbygginingar.

 

- Tað haldi eg, er langt úti, tí vit hava øll goldið fyri undirsjóvartunlarnar og tað er eitt samt Løgting, sum hevur tikið undir við teimum, sigur Kristin Michelsen.

 

Hinvegin staðfestir hann, at hann tekur undir við, at sandoyingar fáa fast samband, men hann harmast um at verða tvingaður til at taka undir við Eysturoyartunlinum í sama viðfangi, tí tað er eitt luksusproblem.

 

- Tað er eitt luksusproblem, tí har er fínur vegur frammanundan og tí er tað harmiligt, at vit ikki kundu viðgera Sandoyartunnilin fyri seg.

 

Men serliga harmar tað hann, at ein nýggjur Hvalbiartunnil ikki verður raðfestir fremri.

- Hann má ferð eftir ferð víkja fyri øðrum tunlum og nú mátti hann aftur víkja fyri Viðareiðistunlinum, sigur Kristin Michelsen.

 

Og ikki minst er tingmaðurin ørkymlaður at prátinum um at einskilja Strandferðsluna, tí hann stúrir fyri tænastustiginum.

 

Hinvegin segði hann, at hann vil ikki forða sandoyingum í at fáa tunnil og tí læt hann Løgtingið skilja, at hann tí fer at atkvøða fyri tunnilssemjuni, tó at ikki nevndi tað beinleiðis.