Langt úti at síggja Eiler Jacobsen hongdan út

- Teir einastu, sum hava ábyrgdina fyri tað, sum fer fram, eru politikararnir, staðfestir Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum

Handlar við skipum og loyvum
 

- Tað er langt úti at síggja Eiler Jacobsen og aðrar navngivnir einstaklingar, verða úthongdar í fjølmiðlunum og ímillum manna.
Tað heldur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Reiðarafelagið er ikki við í Vinnuhúsinum, men vit hava kortini biðið stjóran um eina viðmerking til málið útfrá einum vinnuligum sjónarmiði.
Og honum hóvar ikki, at einstaklingar verða hongdir út fyri at hava keypt og selt ognir innanfyri teir karmar, sum lógin ásetir.
- Tað ber undir ongum umstøðum til at lasta Eiler Jacobsen fyri at selja innanfyri lógarinnar karmar, tá ið hann fær eitt gott tilboð. Tað vildu øll onnur gjørt eisini. Tann sum ætlar at selja, sigur ikki nei til hægsta boð, tað sigur seg sjálvt, leggur hann afturat.
Stjórin í Vinnuhúsinum heldur, at teir einastu, sum hava ábyrgd av tí, sum fer fram, eru politikararnir.
- Hvørjar karmar, vinnan skal hava at virka undir, er eina og aleina ein politiskur spurningur.
Annars hevur arbeiðsgevarafelagið ikki viðgjørt spurningin um tilfeingisgjald ella spurningin um treytirnar fyri at handla við fiskiloyvum og kvotum.
- Reiðarafelagið, sum umboðar fiskiflotan, er ikki limur í Arbeiðsgevarafelagið og tí hava vit ikki viðgjørt støðuna.
- Men tað sigur seg sjálvt, at hetta eru spurningar, sum hava stóran áhugað ímillum manna, leggur Jan Mortensen afturat.
Annars heldur hann sjálvur, at ein reiðari, sum fær eitt fiskiloyvi, roynir sjálvsagt at fáa sum mest burturúr og tað kann ongin lasta reiðaran fyri.
- Men tað, sum loypir í eyguni, er at reiðarin fær ein óvanligan vinning, tá ið hann selir fiskiloyvi, men tað er innnafyri karmarnar, sum politikararnir hava lagt.
- Um fiskiflotin skal betala tilfeingisgjald, er eisini ein politiskur spurningur um, hvørjar karmar vinnan skal virka undir.
 
Ùtlendskur kapitalur kann vera góður
Ein annars stórur spurningur í hesum sambandi hevur verið, hvussu stóran part av føroysku fiskirættindunum, útlendingar skulu kunna eiga.
Eftir lógini, kunnu útlendingar ikki eiga meiri enn ein triðing av eini felagið, sum hevur fiskiskip og sostatt eisini, fiskiloyvi og kvotur.
Annars kunnu útlendingar seta so nógvan pening í allar vanligar vinnur í Føroyum, sum teir vilja.
Men fiskiríkidømið er ein tilfeingisvinna og tað verður viðhvørt øðrvísi treytir settar til tilfeingisvinnur, enn aðrar, vanligar vinnur.
Tað nærmasta, ið Vinnuhúsið varðar av eini tilfeingisvinnu, er alivinnan, har eisini luttøkan er avmarkað, tí serlig loyvi skulu til.
Spurningurin um útlendskan kapital í alivinnuni, var eisini eitt heitt politiskt epli í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.
- Ta ið tað málið var uppi, vóru bæði alarar og vinnuhúsið fyri at geva útlendingum óavmarkaða atgongd at gera íløgur í alivinnuna, sigur Jan Mortensen. 
Tað gjørdu, tí vit sóu, at alivinnan er ógvuliga peninga krevjandi og tí hildu vit, at tað var ein fyrimunur við útlendskum pengum.
- Fyrr hevði politiski myndugleikin avmarkað útlendska luttøku í alivinnuna, uttan at spyrja vinnuna eftir. Men varð alivinnan spurd, er tað ikki sagt, at hon hevði tikið undir við, at útlendsk luttøka varð avmarkað.
Ein vansi, sum nógv nevna í sambandi við útlendska luttøku í alivinnuni og í fiskivinnuni er, at fáa útlendingar ov stórt vald, er vandi fyri, at teir kunnu niðurlaga føroyska alivinnu og beina skipini uttanlands at avreiða,  um tað tænir teimum og virki best og at teir ikki fara at hugsa um, hvat gagnar føroyska samfelagnum?
- Nú er tað ein spurningur um, hvat er ein veruligur vandi ella ikki. Tað ber eisini til at síggja trøll á alljósum degi.
- Vit kunnu bara staðfesta, at tá ið kreppa rakti okkara alivinnu, vóru føroysku fyritøkurnar ikki nóg sterkar til at standa ímóti og alivinnan fór fyri bakka. Alivinnan í Skotlandi varð eisini rakt av kreppu, men har vóru útlendsk feløg upp í og tey vóru nóg sterk til at hóra undan.
Jan Mortensen heldur, at ein fyrimunur við útlendskum pengum í føroyskum vinnulívi, sum heild er, at gera útlendingar íløgur í Føroyum, verður meiri peningur í landinum at gera íløgur við. Tí royna øll lond at lokka útlendskar íløgur til.
- Og jú meiri útlendskar íløgur eru í Føroyum, jú meiri pening hava føroyingar afturfyri at gera íløgur við, bæði heima og uttanlands!
- Ein møguleiki kundi verið, at føroyingar gjørdi íløgur í fiskivinnu aðrastaðni, Leggur hann afturat.
At seta avmarkingar í verk fyri útlendskum íløgum er tí mangan eisini bara at seta sær sjálvum avmarkingar, sigur Jan Mortensen.
Um tað er ein vansi fyri at skipini fara at avreiða uttanlands, er torført at siga.
- Eisini, sum støðan er nú, kæra føroysk virki seg um, at ov nógvur fiskur verður avreiddur uttanlands. Tað er væl ein spurningur um, hvat loysir seg. Loysir tað seg best at avreiða og virka fiskin í Føroyum, so verður hann avreiddur og virkaður her. Loysir tað seg ikki, so hevur hann hug at leita uttanlands.