Langt síðan fullteknað í Sørvági

- Vit hava fleiri á bíðilista til kamping í Sørvági, nú Sørvágs Country-& Bluesfestivalur stundar til, sigur leiðarin á kunningarstovuni í Vágum.

- Vit hava fleiri á bíðilista til kamping í Sørvági, nú Sørvágs Country-& Bluesfestivalur stundar til, men leypur onkur frá, sleppur tann fyrsti í bíðirøðini framat.

 

Tað sigur leiðarin á kunningarstovuni í Vágum - visitvagar.fo - Sølvi Simonarson. Hann vísir á, at hóast pláss er fyri umleið 140 kampingvognum við festivaløkið í Sørvági, eru øll plássini umbiðin longu fyri nøkrum vikum síðan.

 

Tað er kunningarstovan, sum hevur selt kampingplássini, og kunningarstovan selir eisini atgongumerki til Sørvágs Country-og Bluesfestival.

 

Sølvi Simonarson ásannar, at stórur áhugi er fyri gisting í kampingvogni, og tað er langt síðan, at tær fyrstu bíleggingarnar komu. Tað eru eisini nakrar vikur síðan, at øll 140 plássini vóru seld.

 

Hann vísir á, at um onkur, sum hevur fingið pláss, leypur frá, sleppur tann fyrsti í bíðirøðini framat.

 

- Men, tað verður ikki soleiðis, at pláss verður fyri øllum á kampingplássinum í Sørvági, sum standa á bíðilista. Tað eri eg rættiliga sannførdur um.

 

Sølvi Simonarson sigur, at møguleikar eru eisini fyri tjalding á Sørvágs Country-& Bluesfestivali, og her eru pláss eftir.

 

- Tey, sum kundu hugsað sær at búð í tjaldi á festivalinum, kunnu venda sær til okkara á tlf. 333455.

 

Leiðarin á kunningarstovuni vísir á, at umframt kampingøkið í Sørvági, sum væl og virðiliga er fullteknað, er eisini skipað kampingøki á Giljanesi og í Miðvági.

 

- Á Giljanesi er tað Niels Olgar Joensen, sum stendur fyri økinum, og í Miðvági er tað Krisjan Johansen, leggur Sølvi Simonarson aftrat.