EUROPA CUP
Fyrrapartin í dag verður lutur kastaður í Genevé í Sveis um, hvussu tað skal spælast í innleiðandi umførunum í Europa Cup kappingunum í summar. Føroysku luttakararnir eru B36, KÍ og GÍ. Kristian á Neystabø, formaður í B36, og Markus Tummas Jacobsen úr KÍ eru hjástaddir í Sveis.
Undan lutakastinum eru liðini bólkaði. Tískil er tað greitt hvørji møguligi mótstøðuliðini hjá føroysku feløgunum kunnu vera. Og tað er stórur munur millum tað, sum føroysku feløgini vóna at fáa sum mótstøðulið, og marruna sum kann gerast veruleiki, um føroysku feløgini skulu spæla ímóti feløgum úr Eystureuropa.
B36 er við í lutakastinum til fyrsta innleiðandi umfarið í Europa Cup fyri meistaralið, og har skal rættuliga siglast millum sker og bogar, um B36 skal hava eitt gott lutakast. Møguligu mótstøðuliðini hjá B36 eru fleiri gamlir kenningar sum t. d. Skonto Riga og APOEZ Nicosia. Besta B36 lutakastið hevði verið ÍA úr Akranesi og finska meistaraliðið Tampere United. Írska meistaraliðið Shelbourne hevði eisini verið væl frægari enn øll hini. Tey eru eitt nú meistaraliðini úr Litava, Moldova, Georgia, Hvítarusslandi og Makedonia.
KÍ og GÍ eru við í UEFA Cup lutakastinum. Besta lutakastið hjá KÍ hevði ivaleyst verið OB úr Odense ella kanska heldur IFK Göteborg úr Svøríki. Hinir møguleikarnir eru gomlu KÍ kenningarnir Újepesti úr Ungarn og trý onnur feløg úr Eystureuropa.
GÍ hevur fýra møgulig mótstøðulið. Mest ynskiliga liðið hevði ivaleyst verið SK Brann úr Bergen. Hini eru pólska Arnka Wronki, Hajduk Split úr Kroatia og Ferencvárositc úr Ungarn.










