Hóast alsamt fleiri el-bilar síggjast á føroysku vegunum, so gera teir ongan mun enn.
Í Føroyum eru skrásett 39.986 akfør, tá alt er írokna, eisini kampingvognar og viðfestisvognar og onnur akfør uttan motor.
Taka vit bara akfø við motorum eru tey 35.508 í tali.
Størsti bólkurin hevur bensinmotor. Tað hava 19.761 bilar ella 55,65 prosent av bilunum í Føroyum.
15.454 bilar hava bensinmotor. Tað eru 43,52 prosent.
Tá vit so koma til el-bilarnar, so rokna vit ikki í prosentum meira men í promillum. Tí enn hava vit ikki fleiri enn 293 el-akfør í Føroyum. Tað er undir eitt prosent, 0,83 prosent.











