Langt á mál til besta grindaárið

Hóast nógv grindadráp í ár, er framvegis langt á mál til besta grindaárið.

Síðani fyrsta grindin legði beinini í Bø 21. mai í ár, hava føroyingar rópt grindaboð 10 ferðir afturat – seinast við Hvannasund í gjár, har tað longu høvdu verið tvey grindadráp frammanundan.

 

Hóast tað ljóðar av nógvum, er framvegis langt á mál til grindaríkasta árið sambært hagtalsskipanini hjá Doretu Bloch á Føroya Náttúrugripasavnið, sum Kári Thorsteinsson hevur sett upp á sína heimasíðu. Í 1941 varð nevniliga farið í grind ikki færri enn 27 ferðir, og løgdu 4.448 hval beinini tað árið.

 

Seinast Føroyar rukku 20 grindadrápum í sama ári, var í 1988, tá ið júst 20 grindir vóru, og 1.666 hval løgdu beinini. Størsta einstaka grindin, sum hevur verið, var sokallaða Konfirmatiónsgrindin á Sandi í 1940, ið taldi 1.200 hval.

 

Somuleiðis vísa hagtølini, at tað serliga er í juli og august, at flestu grindadrápini fara fram. Í tíðarskeiðnum 1584-1999, eru 377 grindir skrásettar í juli, meðan 484 hava verið tilsamans í august, sum svarar til meira enn ein fjórðing av samlaðu grindunum, ið hava verið.

 

Skift á hvalvágir við flestum grindadrápum, er tað Miðvágur, ið skarar framúr. Til samans hava 269 grindir verið í Miðvági, meðan Klaksvík telur næstflestar við 233 grindum.