ÍF framherjin og ársins spælari 2014, Adeshina Lawal, hevur fingið leikbann í tríggjar dystir, fyri at sláa KÍ liðskiparan, Jonas F. Rasmussen, í 3-1 sigrinum hjá ÍF á KÍ sunnudagin.
Í seinna hálvleiki fóru Adeshina Lawal og Jonas F. Rasmussen umkoll á brotsteigarmarkinum. Dómarin, Alex Troleis, metti at Adeshina Lawal sló KÍ liðskiparan og gav honum reytt kort.
Fótbóltssambandið staðfestir, at Adeshina fær tríggjar dagar fyri hendingina. Eina fyri reyða kortið og tveir fyri at gera seg sekan í harðskaps-atburði.
Hetta er annað reyða kortið hjá Adeshina Lawal í ár. Tað fyrra kom móti Víkingi í fyrsta umfari, tá hann gjørdi seg sekan í líknandi atburði. Ta ferðina fekk hann tveir dystir leikbann, tí dómarin tá metti, at hann bleiv provokeraður – ella ertaður, sum tað verður nevnt í dómarafrágreiðingini.
Tað metur dómarin ikki, at hann bleiv hesaferð. Tí má ÍF spæla uttan Adeshina Lawal tríggjar teir komandi dystirnar. Teir eru móti B36 á heimavølli og TB á útivølli í landskappingini, umframt Víkingi í steypakappingini.