Langt leikbann til HB spælara

HB verður uttan landsliðsmiðvallara komandi tríggjar dystirnar. Missur oddabrakið móti B36

Heini Vatnsdal fekk beinleiðis reytt kort í landskappingardystinum móti EB/Streymi um vikuskiftið. Revsingin er leikbann í tríggjar dystir.

 

Hetta merkir so, at Heini Vatnsdal ikki verður við móti NSÍ og B36 í landskappingini, umframt seinnu hálvfinaluna í steypakappingini móti B68.

 

HB tapti á fyrsta sinni í hesum kappingarárinum móti EB/Streymi.