Framherjin hjá Manchester United, Zlatan Ibrahimovic, fekk tríggjar dystir leikbann, fyri at senda albogan í andlitið á Bournemouth verjuspælaranum, Tyrone Mings, tá liðini spældu javnleik 1-1 á Old Trafford leygardagin.
Les eisini: Zlatan fingið leikbann
Helst var albogin ein hevnd fyri, at Tyrone Mings løtu frammanundan traðkaði á høvdið á Zlatan Ibrahimovic, tá svenskarin fór umkoll í brotsteiginum. Nú hevur Tyrone Mings fingið leikbann í fimm dystir fyri sín part í uppgerðini teirra millum. Tað er ikki fallið í góða jørð hjá AFC Bournemouth, sum nú má verða Tyrone Mings fyriuttan í fimm dystir.
Í tíðindaskrivi hevur felagið boðað frá, at man ikki er samdur við avgerðini, um at geva leikbann fyri hendingina. Millum annað verður sagt, at tað fyriliggja ongi prógv fyri, at Tyrone Mings traðkar á Zlatan Ibrahimovic við vilja.
Hvussu er og ikki, so hava báðir nú fingið eftirfylgjandi leikbann. Zlatan Ibrahimovic í tríggjar dystir, meðan Tyrone Mings skal sita uttanfyri í fimm dystir. Stóri svenskarin er tó tøkur til Europa League dystin móti FC Rostov.