Lyftini vóru vøkur og áheitanirnar vóru góðar í nýggjársrøðu løgmans, men tað broytir ikki uppá tað, sum í veruleikanum fer fram í landsstýrinum. Hetta var niðurstøðan hjá formanni Sambandsfloksins, Edmundi Joensen, eftir at hava hoyrt løgmann bera fram nýggjársrøðu sína.
? Orð um sameinan heldur enn spjaðing verða brúkt í leysum lofti í røðuni, men veruleikin er, at landsstýrið eftirhondini er blivið ekspertur í at gera tað beint øvugta. Sitandi samgonga hevur hesi seinastu árini verið íðin at býtt fólkið upp í betri og minni betri føroyingar. Føroyingar sum vilja taka ábyrgd og so hini. So orðini hjá løgmanni samsvara yvirhøvur ikki tað, sum í veruliekanum fer fram. Men tað er tað vanliga í slíkum nýggjársrøðum, sigur Edmund Joensen.
Skelkaður av ákærunum
Annars bleiv formaður Sambandsfloksins ikki sørt skelkaður av teirri viðferð, sum danski forsætisráðharrin og danska stjórnin fingu í nýggjársrøðu løgmans.
? Løgmaður legði við stórum orðum donsku samráðingarnevndina undir ferð eftir ferð at hava brotið gjørdar avtalur. Sum tingmaður í andstøðu og limur í Uttanlandsnevnd Løgtingsins má eg siga, at eg kenni einki til at nakrar avtalur eru blivnar brotnar, sigur Edmund Joensen.
Tann partin av løgmannrøðuni, ið snýr seg um samráðingarnar, heldur formaður Sambandsfloksins sum heild vera tann mest ivasama, og hann heldur tað vera upp á sítt pláss at krevja eina nærri frágreiðing av løgmanni.
? Hvat eru hetta fyri brotnar avtalur, og hví er Uttanlandsnevndin ikki blivin kunnað um tær?, spyr formaður Sambandsfloksins og leggur afturat:
? Eg haldi at løgmaður skyldar bæði føroyingum og donsku stjórnini at greiða frá, hvat tað er hann meinar við, tí hetta eru grovar ákærur hann kemur við.
Einki orð um fólkaatkvøðuna
Edmund Joensen heldur eisini, at løgmaður skyldar føroyingum eina frágreiðing um hvat tað er fyri ein fullveldisætlan, sum landsstýrið arbeiðir við í løtuni.
? Tað eru ikki meira enn tríggir mánaðir til føroyingar skulu til fólkaatkvøðu um fullveldisætlan landsstýrisins, men enn sita øll fullkomuliga óvitandi um hvat tað er, sum landsstýrið arbeiðir við. Landsstýrið skyldar enn føroyingum at siga frá, hvat hendir í løtuni, men sjálvt ikki í nýggjársrøðuni segði løgmaður nakað um hvat er í væntu til fólkaatkvøðuna.
Hetta tekur formaður Sambandsfloksins sum eitt tekin um at landsstýrið helst ikki sjálvt veit, hvat tað ger.
? Men løgmaður dugir væl at tosa rundan um tað, sum samgongan er ósamd um, og tí kemur hann als ikki inn uppá hvat landsstýrið ætlar í sambandi við fólkaatkvøðuna, sigur Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins, um nýggjársrøðu løgmans.










