Langt frá føroyameistarar

Fimmmannaførini hjá dreingjum úr Norðoyggjum, Fípan Fagra og Ritan, hava ligið lið um lið alt kappingárið. Bátarnar hava stóran part av árinum skifts um at enda á fyrsta og øðrum plássi, men seinastu tríggjar róðrarnar hevur Fípan Fagra úr Klaksvík ligið omaná.
Undan ólavsøku er Fípan Fagra trý stig framman fyri Rituna, og liggur tískil væl fyri til at vinna føroyameistaraheitið.
Kortini tekur Evald Johannesen einki fyri givið.
-Hóast vit liggja væl fyri, so eru vit framvegis langt frá føroyameistaraheitinum. Vit hava verið ræðuliga seriøsir í alt ár, og tað fara vit sjálvsagt at halda fram við til ólavsøku, sigur Evald Johannesen
Róðurin á Vestanstevnu var rættiliga tættur, og tá avtornaði endaði Fípan Fagra omaná við hálvari bátslongd. Evald Johannesen fortelur, at seinastu vikuna hevur manningin á Fípuni Føgru dúgliga vant startin, men starturin á Vestanstevnu gekk ikki eftir ætlan.
-Vit fingu ein ringan start, men vit vunnu nógv inn aftur í miðróðrinum. Eina løtuna stríddust Ritan, Sílið og vit um fremsta plássi, men í endaspurtinum vóru bara vit og Ritan eftir. Tað gjørdist øgiliga tætt aftur í dag, og vit eru ótrúliga fegnir um, at vit endaðu omaná, sigur Evald Johannesen.