Langt er millum heilt stóru sigrarnar

Tá ið EB/Streymur sunnudagin vann 8-0 á B71, var talan um størsta sigur í bestu deildini í fimm ár

Nógv mál vórðu skorað í hesum um­fari­num í landskappingini. Fyrstu dyst­ir­nir vóru sunnudagin, og tá ið umfarið var liðugt í gjárkvøldið, var samlaða máltalið 25 ella 5,0 í mið­al fyri hvønn av teimum fimm dyst­unum.
Størsta málrokið var í Streym­nesi, har væl upplagda heimaliðið vann 8-0 á illa sperda B71. Tað var ikki óvæntað, at EB/Streymur vann á sandoyingum, men tað var óvænt­að, at talan skuldi ger­ast um sovorðið skrædl, tí B71 hevði jú megnað 2-1 í Gundadali ólav­søku­dag ímóti HB.
Hetta var bara triðja ferðin í ár, at talan var um úrslit, har mál­mun­urin var fimm mál ella meiri enn tað. Fyrsta ferðin var í fyrsta umfari, tá ið B68 vann 5-0 á heimavølli ímóti B71. Hetta var 1. apríl, og 27. juni var tað púra óvænt­að, at B36 skuldi vinna 5-0 í Fugla­firði. Hetta var aftaná, at ÍF hevði vunn­ið 4-2 á heimavølli ímóti B68 og 2-0 á Sandi. Tað vísir seg ofta, at sovorðin skelkandi stórtap lúra, tá ið tað annars frammanundan hev­ur hilnast væl.
8-0 EB/Streyma sigurin á B71 er tann størsti í bestu fótbóltsdeildini í fimm ár. Í 2005 vann HB tveir stór­sigr­ar á ÍF í Gundadali – 6-0 11. mai og so 9-0 10. juli. Síðani tá og inntil síðs­ta sunnudag var einki úrslit, har munurin var meiri enn sjey mál.
Frá fyrsta umfari í 2005 og inntil í dag hevur málmunurin í 24 av 531 dyst­um verið størri enn fýra mál. HB og EB/Streymur hava vunnið seks ferðir í part við so stórum mál­mu­ni, KÍ hevur vunnið tríggjar so stór­ar sigrar hesi árini, B36 og B68 hava vunnið tveir stórsigrar, og Vík­i­ng­ur, GÍ, NSÍ, Skála og ÍF hava vun­n­­ið ein stórsigur í part síðani 2005.
Nú er langt síðani, at talan hev­ur verið um sigrar við tvey sifr­að­um tølum. Tað er ikki komið fyri, síða­ni B36 á heimavølli í 2001 vann 15-0 ímóti FSV. Vágaliðið flutti niður, og B36 vann FM.