Langt eftir á málið

Hóast Skála við sigrinum í Vági undirstrikaði, at teir kanska er besta boðið upp á eitt komandi meistaralið, so hevur liðskiparin, Pauli G. Hansen, lítlan hug at skriva undir uppá, at hansara lið er favorittur til gullið.
- Hevði tað verið ein dystur eftir, so tosaðu vit kanska um tað. Men tað eru altso framvegis sjey dystir eftir at spæla, og tað eru hesir, sum vit fyrst og fremst skulu hugsa um.
Men at vinna 5-1 í Vági. Er tað ikki eitt úrslit, sum boðar frá einum liði, sum er sera væl fyri?
- Tað er eitt gott úrslit. Eingin ivi um tað. Og hini úrslitini passaðu okkum eisini væl. Nú eru vit so einsamallir á odda, og tí vita vit sjálvandi, at møguleikin fyri gullinum er til staðar, men tað er altso ikki nakað, sum vit tosa serliga hart um, staðfestir Pauli.

Tað eru annars fleiri, sum vilja vilja vera við, at Skála er tað av oddaliðunum, sum hevur bestu skránna eftir. Teir hava spælt tríggjar dystir móti B36, og móti HB restar framvegis seinni heimadysturin. Einasta toppliðið, sum teir skulu hitta á útivølli, er NSÍ, og tá HB og B36 enn hava seinastu innanhýsis uppgerðina eftir, skuldu fortreytirnar hjá Skála verið á eini góðari leið.
- Sjálvir halda vit so ikki, at vit hava nakra lætta skrá eftir. Vit skulu til bæði Runavík og Eiðs, har vit plaga at hava tað sera torført. Og torført verður tað eisini á Tvøroyri, har TB fer at stríðast av øllum alvi.
- Heldur ikki haldi eg, at heimadystirnir síggja serliga lætti úr, so vit fara ikki at tosa longur fram enn til næsta dystin. Taka vit ikki hvørja tí einastu uppgávu í allar størsta álvara, so kann tað heilt skjótt ganga galið, staðfestir hann at enda.