Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Nýggi borgarstjórin sigur, at tey í meirilutanum hava fleiri loysnir klárar viðvíkjandi parkeringsviðurskiftunum her og nú.
– Fyristillið tykkum, at tað koma fleiri hundrað bilar til Havnar hvønn morgun, tí fólk skulu til arbeiðis. Og nógvir av hesum bilum verða parkeraðir á parkeringsplássum á Skálatrøð, á Kongabrúnni, á Glaðsheyggi og aðrastaðni og verða standandi allan dagin.
– Har standa bilarnir í átta tímar uttan at verða fluttir. Tað kann ikki vera rætt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
– Tí er tað, at vit siga, vælsignaði roynið og parkerið bilarnar uppi á Hálsi ella í Gundadali ella aðrastaðni. Har skulu vit gera góðar umstøður. Latið okkum so hava tíðaravmarkaða parkering á Skálatrøð, tá so verður útskifting í bilum alla tíðina, sum er gott fyri handilslívið, so kundarnir sleppa til handils.
– Ella mugu vit til eina aðra skipan við eini gjaldsskipan. Tú kemur her til Havnar og rindar fyri eitt nú tveir, fýra ella seks tímar. So gera vit tær íløgurnar, sum skulu til, sigur hann.
Trupulleikin við parkering er stórur, og hann skal loysast, siga tey í nýggja meirilutanum í Tórshavnar kommunu.











