Langomma smuglari

Norska ákæruvaldið hevur skuldsett eina 72 ára gamla kvinnu fyri at hava roynt at smugla 11 kilo av heroini til Noregs. Kvinnan varð tikin í summar, tá hon kom til Oslo við einari ferju úr Kiel í Týsklandi.

Í kufferti hennara fann løgreglan 11 kilo av heroini og 1.000 amfetamintablettir. Blaðið Dagbladet skrivar, at varð heroinið selt á gøtuni í Oslo, hevði prísurin verið um 16 milliónir norskar krónur.

Norska løgreglan er sannførd um, at kvinnan var ikki einsamøll um smuglingina, men enn er bara hon skuldsett í málinum. Hon kann fáa upp í 15 ára fongsul, skrivar Dagbladet.