Á Norðoya Kunningarstovu verður arbeitt til seint út á kvøldarnar í hesum døgum:
- Vit hava havt meiri enn nokk at gjørt seinastu tveir mánaðirnar, men tað er serliga nú í seinastuni, at tað veruliga hevur staðið á. Vit byrja klokkan átta um morgunin og fara ofta ikki heim fyrr enn klokkan nærkast midnátt, sigur Maiken Stenberg, ið er leiðari á kunningarstovuni.
Tey ungu sleppa at larma
Umframt at taka sær av bátunum, ið koma á vitjan, so hevur Norðoya Kunningarstova eisini alla tjalding undir hond:
- Vit vænta okkum eini 200-300 tjaldarar. Talan verður um ymisk øki til ymisk fólk. T.d. so verður familjuøkið tætt við festivalplássi, soleiðis at tað ikki er so langt at ganga hjá børnum. Tey ungu fáa eisini sítt pláss, har tey kunnu larma og vera tey, sum tey eru.
Meðan allir vanligu gistingarmøguleikarnir, sum t.d. summarhús, íbúðir og ‘bed and breakfast’, langt síðani eru farnir, so ber framvegis til at fáa tjaldingarpláss:
- Tað eru eini 100 tjaldingarpláss eftir, men tað eru bara nøkur fá av teimum, ið eru á familjuøkinum. Sum sagt, so liggur familjuøkið inni í býnum, so har er rættiliga avmarkað pláss. Vanligu tjaldingaplássini liggja eitt sindur longri burtur frá festivaløkinum.
Húsvognainnrás
Rullandi húsvognar møta eisini fjølmentir:
- Eg haldi, at vit høvdu millum 20-30 húsvognar á Summar Festivalinum í fjør. Í ár vænta vit umleið 90 húsvognar, so hetta er uttan iva heimsmet í Føroyum, sigur ein skemtandi Maiken, ið tekur longu arbeiðsdagarnar við einum smílið:
- Hóast tað er tíðarkrevjandi og strævið, so er tað hugaligt at vera partur av einum so stórum tiltakið. So nógv fólk eru í gongd og fáa tað upp at koyra. So dagarnir eru langir, men góðir hóast alt. Kanska man ikki fær allan festivalin við, men okkurt vóna vit at hoyra.