FAROE5 hava verið á palli, nú triðji dagurin á Summar Festivalinum er byrjaður. Veðrið er gott, og nógvar spennandi konsertir eru fyri framman Millum bólkarnar, sum verða á palli á Summar Festivalinum í dag, eru Frændur, Páll Finnur Páll, Anna Háberg, Anfinn & Co og Chase.
Klokkan 22.30 verður stóra framførslan við ABBA The Show, sum nógv fólk gleða seg til.
Higartil hevur tað gingið upp á stás á Summar Festivalinum. Sera nógv fólk hevur verið á festivali, veðrið hevur verið av tí besta, og nógvar góðar konsertir hava verið.
Og líkt er til, at hesin festivaldagurin eisini er góður. Hann er í øllum førum byrjaður við einari góðari konsert hjá FAROE og sólskini.