Tórshavnar kommuna hevur útsett ætlanirnar um at byggja nýggja langhylin í Gundadali.
Tað boða Havnar Svimjifelag og Svimjisamband Føroya frá.
Eftir ætlan skuldi projekteringin av langhylinum verið komin væl áleiðis. Tað var SNA Arkitektur, sum vann teknikappingina í 2016. Nú hevur Tórshavnar kommuna boða feløgunum frá, at projekteringin í fyrsta lagi fer í gongd við árslok.
Projekteringin tekur síðani níggju mánaðir, sum merkir, at arbeiðið at byggja hylin verður bjóðað út seint í 2019, og spakin væntandi settur í í 2020.
Helvtin av játtanini til hylin verður játtað í 2020 og hin helvtin í 2021. Hylurin verður tí liðugur móti árslokið 2021, 2022 um illa vil til, skriva feløgini.
- Sambært býráðsmeirilutanum er orsøkin til nýggju raðfestingina, ið enn einaferð útsetir langhylin, at íløgukarmarnir hjá kommununi fyri 2018 og 2019 er troyttir til fulnar, skriva feløgini á svimjing.com.
- Vit í Havnar Svimjifelag og Svimjisambandi Føroya harmast sjálvsagt hesa avgerð, bæði vegna okkara ítróttarfólk, men ikki minst vegna tey mongu túsund, sum hvørt ár nýta verandi, trongu umstøður, og tey mongu, sum høvdu kunnað svomið afturat, um pláss var fyri teimum, skriva feløgini.










