Langhylurin tekur skap

Teir eru nú um at verða lidnir við at stoypa vestara galvin til nýggju svimjihøllina og vælverudepilin í Vági.

Á heimasíðuni, www.svimjihollin.com, skriva tey, at útnyrðingshornið og vestari galvur nú eru nærum liðugt stoyptir, og nú er komið somikið væl áleiðis, at ein verulig mynd fæst av, hvussu bygningurin tekur seg út í landsskapinum.