Langhylurin letur upp leygardagin

Føroya besti svimjari og lokal landsstýrisfólk lata svimjihøllina upp.

Leygardagin letur Føroya fyrsti 50 metrar langi svimjihylur dyrnar upp fyri almenninginum, tá eitt alment hátíðarhald verður í høllini klokkan 10.


Fyrireikararnir skriva í tíðinaskrivi í dag, at tað sjálvsagt Pál Joensen, sum kemur at lata upp Páls Høll, og verður hetta gjørt saman við lokalu landsstýrisfólkunum Henrik Old og Sirið Stenberg.´


Hátíðarhaldið byrjar kl. 10 leygarmorgun, tá John Henrik Holm og Dennis Holm frá Grunninum Páls Høll bjóða vælkomin og greiða frá hvussu Páls Høll er vorðin veruleiki. Jón Bjarnason frá Grunninum Páls Høll og venjari hjá Susvim fer síðani at røða um hvønn týdning ein 50 m. svimjihylur fær fyri føroyska svimjing.


Á skránni er eisini framførslur, m.a. frá Ljómi, og er eisini onkur frumframførsla á skránni.


Svimjarar og Svimjisambandið sleppa eisini til orðanna, umboðaði av svimjarunum Pál Joensen og Sáru R. Nysted og formanninum í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu.


Frá kl. 13 verður Páls Høll opin til almenna svimjing.