Nú eru brúsurnar settar upp í langhylinum.
Arbeiðið við at leggja vatn í langhylinum gongur væl og nú er ikki langt á mál. Sum kunnugt eru wc og vask íbundin, og nú eru brúsurnar eisini settar upp, og verða íbundnar fyrsta dagin.
Handverkarar frá Tangavirkinum í Vági standa fyri arbeiðinum, og taka sær somuleiðis av, at gera hitaverkið liðugt. Hetta arbeiðið gongur eisini væl.
Alt hetta veit heimasíðan svimjihollin.com at siga.
ì eina tíð hevur verið gjørligt at vant í hølum í nýggju høllini, har Vælvera Fitness hevur fyrstafloks venjingartól.










