Langhylur á djúpum vatni

SEV greinar í løtuni elnetið í sambandi við neyðugar útbyggingar, og kanningin, ið skal verða liðug í ár, skal fáa greiði á, um kaðal skal leggjast til Suðuroyar, ella Elverkið á Oyrunum í Vági skal byggjast út. Verður fyrra loysnin vald, kann hetta forkoma langhylsætlanini

SEV ger í løtuni eina greining av, hvussu skilabest er at útbyggja elnetið í landinum, har undir, hvussu Suðuroyggin frameftir skal verða veitt el.
- Hetta er ein greining, sum vit gera í løtuni, og sum skal verða liðug í ár, sigur Hákun Durhuus, stjóri í SEV.
Spurningurin er, um skilabest er at leggja kaðal úr meginøkinum og suður í Suðuroynna, ella fíggjarliga besta loysnin er, at byggja Elvirkið á Oyrunum í Vági út.
- Motorarnir á Sundsverkinum hava eina ávísa livitíð, og hon nærkast endanum, og tí gevur tað meining av hyggja at Suðuroynni, samstundis sum hugt verður eftir útbyggingini á Sundi, sigur Hákun Djurhuus.
Hetta við at knýta Suðuroynna upp í meginøkið er ikki nakar heilt nýggjur tanki, tí møguleikin hevur verið umrøddur í frágreiðingum frá SEV fyrr. Men undir øllum umstøðum verður Elverkið í Vági ikki heilt niðurlagt.
- Vit skulu undir ølum umstøúm hava eina back-up skipan, og í hvussu er skal oljan í tangunum verða hildin lunkað. Men um talan verður um nakran avlopshita, dugi eg ikki at siga á standandi fót, sigur Hákun Djurhuus.

Talar fyri kaðali
Stóra vindmylluætlanin, sum skal fremjast í Húsahaga, talar fyri, at tað helst verður skilabest at leggja kaðal suður í Suðuroynna. Tí illa er hugsandi, at ein vindmyllupark eisini verður sett upp í Suðuroynni.
Umvegis kaðalin ber til at veita vindorku til Suðuroynna, men tað er kortini eingin avgerð tikin um hetta enn.
- Kanningin skal eisini greina, í hvønn mun økti tørvurin í Suðuroynni best kann nøktast. Tað er serliga nýggja uppsjóvarvirkið, Varðin Pelagic, ið hevur økt um orkutørvin, sigur Hákun Djurhuus.
Tað er eisini eitt ávíst tíðartrýst á útbyggingini, men neyðugu atlitini skulu kortini takast.
- Tað er greitt, at vit ikki kunnu taka atlit til ætlaða langhylin í Vági. Hinvegin lata vit sjálvandi langhylinum avlopshitan, um har verður nakar. Men tað verður undir øllum umstøðum samlaða fíggjarliga og tøkniliga úrslitið av kanningini, sum verður avgerandi fyri, hvørja loysn vit velja, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.