Langfoss á Vági

Skipið kom eftir minkafóðuri.

Týskvøldið kom frysti-farmaskipið Langfoss hjá Eimskip á Vág eftir vøru frá Holva Fish.

Holva Fish framleiðir minkafóður burturúr slógvi frá fiskavirkjum úr øllum landinum. Minkafóðri verður flutt til Danmarkar.

Langfoss er bygdur í 1990 og er 92,9 metrar langur og 15,4 m. breiður.

 

 

 

 

Kelda: sudurras.fo 

Mynd: Torkil Strøm