Fótbóltstos
Hóast Allan Simonen ikki hevði gjørt tær stóru broytingarnar í hálvleikssteðginum, so var tó ein broyting á føroyska liðnum. Málverjin, Jákup Mikkelsen, hevði nýtt steðgin til at lata seg í langar buksur, og eftir dystin ásannaði hann eisini, at tað hevði verið ein ógvuliga køld uppliving at standa í málinum.
- Hatta var heilt ræðuligt. Satt at siga, so væntaði eg als ikki, at eg fór at koma fyri aftur. Eg var púrasta stirdur, tá fyrri hálvleikur var liðugur, og eg skifti hvørt plagg á kroppinum í steðginum.
- Tíbetur varð veðrið eitt lítið sindur betri eftir steðgin, so tá varð tað ikki heilt so galið. Vandin í at gerast ov kaldur, er eisini, at fingrarnir gerast stívir, so tú ikki klárar at halda bóltinum, men tað gekk so betri í seinna hálvleiki. ´Tiíbetur komu vit tó ikki undir nakað serligt trýst eftir steðgin.
Stigini standa eftir
Nú er ein altjóða sigur ikki nakar gerandis kostur hjá okkara kosnu á landsliðnum, og tí var landsliðsmálverjin sjálvandi ovurfegin um stigini, sum dysturin hevði kastað av sær.
- Eg eri øgiliga glaður um stigini. Tað var kanska ikki so pent, men tað gloymir mann skjótt. Tey trý stigini standa eftir, og tað er tað týdningarmesta, Jákup Mikkelsen at enda.