LEKI
Seinnapartin mikudagin fekk Tórshavnar sløkkilið fráboðan um ein oljuleka í Sandágerði. Olja var runnið út í ósan í Sandágerði. Orsøkin var tann, at eitt hol var á einum oljutangi, sum stendur við eitt av húsinum tætt hjá.
Annfinn Reinert, varaleiðari hjá Tórshavnar sløkkiliði, sigur, at olja er runnin út gjøgnum rør í kloakini, og hon er so runnin út í ósan í Sandágerði.
Vit serligari útgerð fóru menn frá Tórshavnar sløkkiliði undir at súgva oljuna upp úr ósanum.
?Vit arbeiddu við at fáa oljuna burtur til kl. 9 á kvøldi, og tá høvdu vit fingið tað mesta. Vit fóru so aftur hósmorgunin tíðliga fyri at royna at fáa restina, sigur Annfinn Reinert.
Sjálvur roknar Annfinn við, at ein størri reinsing av økinum skal gerast, men tað ilt at siga, nær og av hvørjum hetta verður gjørt.
Roknað verður við, at einir 2.000-2.500 litrar runnu út í ósan, men bert heilt lítið rann út á sjógv. Landssynningur var í ættini, og hetta forðaði oljuni at renna út á sjógv.