Landsvirkisætlan fyri ferðslutrygdina í Føroyum

Fremsta tilmæli hjá Ferðslutrygd er at farast skal beinanvegin undir at gera eina landsvirkisætlan fyri ferðslutrygdina í Føroyum. Her er
raðfesting av tilmælum (raðfylgjan er tilvildarlig)

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$       ·         Møguleikarnir hjá fólki at ferðast við bussi eiga at verða øktir.
 
·        Útbúgvingin at taka koyrikort til bil skal víðkast.
 
 
·        Tað skal vera lógarkrav at nýta hjálm, tá ið súkklað verður.
 
·        Promillumarkið skal lækkast úr 0,5 niður í 0,2.
 
 
·        Gera kanningar av álvarsligastu ferðsluóhappunum.
 
·        Tað skal ikki vera loyvt at nýta summardekk á vetri.
 
 
·        Ásetast skal eitt hægsta mark fyri, hvussu nógv fólk kunnu vera í einum bili. Hetta skal svara til talið á trygdarbeltum í bilinum.
 
·        Loyvt skal vera at súkkla á gongubreytini. Súkklur skulu víkja fyri gongufólki, sum altíð hava fyrstarætt.
 
 
·        Oyggjar, sum býta koyribreytina í tvey, eiga at verða gjørdar so nógva staðni, tað ber til. Serliga umráðandi er, at oyggjar verða gjørdar saman við gonguteigum, so at fólk fáa tikið eina koyribreyt í senn, tá ið tey skulu yvir um vegin.
 
·        Koyrikort við stigaskipan skal setast í verk.
 
 
·        Vegir skulu haldast fríir fyri seyð og annan fenað.
 
·        Bilverjur gerast allastaðni, har tað er neyðugt.
 
 
·        Kantsteinarnir verða lækkaðir við gonguteigar, og har gongubreytir verða avbrotnar av t.d. síðuvegum.
 
·        Skipað skal verða fyri, at náttarbussar koyra millum bygdir, so til ber hjá ungdómi at koma trygt aftur og fram í sambandi við dansi og øðrum náttartiltøkum.
 
 
·        Fáa til vega haldgóð ferðsluhagtøl.
 
·        Ungfólk millum 18 og 25 ár skulu fáa serligt royndarkoyrikort í 2 ár við serligum treytum.
 
 
·        Prutl og skutarar skulu kunna koyra 45 km/t. Fyri at koyra hesi, skal útbúgving við tilhoyrandi ástøðiligari og verkligari undirvísing verða kravd og staðið prógv.
 
·        Ásett eigur at verða við lóg, at nøktandi fyrstahjálparútgerð er í øllum bilum, umframt lykt, lítil eldsløkkjari og ein ávaringartríhyrningur, og at hesi viðurskifti verða partur av tí, sum kannað verður, tá ið bilurin verður skoðaður á Bileftirlitinum.
 
 
·        Fyrstuhjálparskeið skal vera kravdur partur av útbúgvingini til koyrikort.
 
·        Venjingarbreyt/ hálkubreyt verður gjørd.
 
 
·        Áðrenn og eftir vegamót við landsvegir skal ferðmarkið verða sett niður í 50 km/t.
 
·        Við vegamót við Landsvegir skulu verða gjørdar farbreytir í miðjuni, soleiðis at bilar ið skulu til vinstru ikki forða ferðsluni, sum skal víðari.
 
 
*  Tey bleytu í ferðsluni skulu verða skild burtur frá teirri hørðu ferðsluni.