Landsverksfrøðings- stovnurin skal burtur

- nógv er, sum bendir á, at Finnbogi Arge hevur vunnið týdningarmiklan sigur í strembanini eftir at niðurleggja landsverkfrøðingsstovnin, sigur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður Tjóðveldisfloksins í bersøgnari viðmerking

Síðan verandi samgonga varð stovnað mai 1998, hava vit fingið nógv, meira og minni ítøkilig, dømi um, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Finnbogi Arge, hevur rættiliga stóran áhuga í at niðurleggja landsverksfrøðingsstovnin. Vit kunnu hvør í sínum lagi gita um hví, men høvuðsorsøkin er uttan iva, at uppgávurnar skulu lutast út til privatar at fremja í verki. Allar aðrar intentiónir kunnu vit sum sagt bert hugsa okkum til.

Skal ikki tríva í aftur skammiligu gerðina at siga landsverksfrøðinginum upp, tí ta søguna kenna øll. Skal heldur ikki viðgera søguna um fasta sambandið. Men aftaná at hava sæð viðgerðina av undirsjóvarstunnilsmálinum í SvF mikukvøldið, kann eg ikki annað enn enn eina ferð traðka alment fram og siga hugsan mína um viðurskiftini millum Finnboga Arge og landsverksfrøðingsstovnin. Eg gjørdi tað í august 1999, tá eg spurdi løgmann, um hann ikki helt tað vera bæði rætt og neyðugt við óvildugari kanning av leiklutinum hjá landsstýrismanninum í samband við uppsøgnina av Henningi Jacobsen. Men fyrst løgmaður og síðan landsstýrismálanevndin tóktust samd um at reinska landsstýrismannin.

Tað er helst ov seint at gera óbótagerðirnar góðar aftur, men vit eiga at leggja doyðin á at forða fyri, at fleiri slíkar verða gjørdar. Vit eiga at seta føtur í spenni móti ætlanunum, hjá Finnboga Arge og Fólkaflokkinum, um at niðurleggja LV-stovnin. Endamálið við hesum ætlanunum er fyrst og fremst at fita ávísar privatpersónar og feløg, sum so aftur fyri kunnu útvega flokkinum atkvøður gjøgnum virksemi sítt.


Krosskast ein farsa

Nevnda krosskastsending var í mínum eygum ein fløkjaslig farsa, har Finnbogi Arge, Klæmint Weihe, Jógvan á Lakjuni og Tróndur Djurhuus slógu ring um Heina O. Heinesen. Ja, tað var sum hoyrdi eg teir kvøða Jákup á Møn. Tá vit ikki sóu hesar myndirnar, slapp annað sjóvarpsfólk Henrikki Old úr Javnaðarflokkinum (mest álíkur siðiligasta smádronginum, sum valla hugdi upp) og Alfredi Olsen (við himmalvendum eygum) úr sambandsflokkinum upp í dansin. Sum beinleiðis snultarar, ið brádliga stóðu og tóku sær æruna av at vilja bæði eitt og annað Føroya fólki og landsverksfrøðingsstovninum at frama. Stórsligin sjónleikur og einki annað. Kanska skilur ein, at SvF datt í grøvina, og valdi at gera gjøldur burturúr og lýsa Tjóðveldisflokkin sum stóra taparan. Tað var so lætt at gera tað. Tað var kanska torførari at fara í holtur við hinar. At lýsa leiklutin hjá Finnboga Arge, at lýsa virksemið hjá SEV stjóranum í mun til útlendskar fyritøkur, at lýsa hugburðin hjá Jógvani á Lakjuni í mun til tunnilsmálið. At lýsa veruliga hugburðin hjá Javnaðar- og Sambandsflokkinum í sama máli. Kanska var tað heldur ikki endamálið við sendingini. Meiri manssømiligt hevði tað tó verið, um journalistarnir eisini settur landsstýrismanninum við fjákuta smílinum viðkomandi spurningar.

Innan tinggátt hava tað bert verið Finnbogi Arge, Heini O. Heinesen (vegna Tjóðveldisflokkin) of vágatingmennirnir, sum hava víst undirsjóvartunnlinum politiskan ans. Finnbogi hevur ynskt alla verkætlanina á privatar og bert privatar hendur, Heini hevur roynt at mótvirka hesum soleiðis, at landsverksfrøðingsstovnurin kom inn aftur á vøllin, og vágatingmenn hava sagt: Eitt hol er eitt hol, og so er líka mikið hvør borar, fíggjar og bestemmar (samstundis tykjast teir ikki at vera so ideologiskt ósamdir við Finnboga Arge). Javnaðarmenn og sambandsmenn hava valla givið málinum ans fyrr enn nú, álitið verður skrivað.

Úrslitið av øllum er tað syndarliga, at Finnbogi Arge og Klæmint Weihe fingu buktina um báðar endar. Teir hava alla ábyrgd, allan avgerðarrætt. Hetta tá tað snýr seg um at leggja tilrættis, gera arbeiðið og fyriskipa fígging. Landsverkfrøðingsstovnurin fær eitt heiti av periferiskum leikluti, ið ikki eingang kann metast á hædd við suflørin.

Tað mundi kennast á flest øllum hjartastreingjum, tá Klæmint Weihe við táravættum eygnakrókum takkaði skaparanum fyri, at hann loksins var sloppin at samstarva við LV, og hann lovaði at útnyta henda møguleika til fulnar. Ja, knappaborð mítt kámast, bert eg hugsi um hesa søguligu løtu.

Vóni, at arbeiðið við undirsjóvartunnlinum fer at gangast væl, og at verkætlanin ikki verður ov dýr. Men gongur alt ikki eftir vild, tá vita vit hvør má taka yvir bæði ábyrgd og skuld.


LV privatiserast

Tað er altíð torført at fremja broytingar. Eg rokni tí heldur ikki við, at stórur møguleiki er fyri at fremja broytingar verkætlanini viðvíkjandi. Rokni heldur ikki við, at Heini nakran tíð verður vælorðaður sjónleikari. At fremja broytingar í politiska spælinum, havi eg heldur ongar vónir um. Pressan heldur fram, sum hon er von o.s.fr.

Spurningurin er so, um tað yvirhøvur loysir seg at siga, skriva ella gera nakað meira í hesum máli. Kanska ger tað ikki tað. Tó fari eg við sjónleikinum í Krosskasti í huga at vísa á tað, ið er skrivað omanfyri, og annars minna fólk á, hvat Finnbogi Arge og Sambandsflokkurin gjørdu í mars 1992.

Tá legði táverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, Finnbogi Arge, uppskot fyri tingið um at privatisera landsverksfrøðingsstovnin. Hetta gjørdi hann vegna Sambandsflokkin.

Krubban var um at verða tømd mars 1992, og bæði Finnbogi og táverandi flokkur hansra lupu á leistum fyri teimum, sum hava fremst í huganum at skora lætt- og skjóttvunnan profitt. At grundarlagið undir profittinum fult og heilt byggir á almenna skattakrónur rørir teir ikki. At royndir og vitan frá fimti ára dygdararbeiði fer í allar ættir og fyri skeyti, nervar teir heldur ikki. Tað ræður at skora profittin, so kann alt annað vera líkamikið. Tað nervar ikki teir, um Føroyar gerast ein byggitekniskt oyðimørk.

Nú er Finnbogi ikki í Sambandsflokkinum longur. Men har hann er komin, hevur hann enn rúmari ræsur at slóða fyri og stuðla privatkapitalismuni. Situr hann nóg leingi í sessinum, so fer tað at eydnast Finnboga Arge at niðurleggja landsverksfrøðingsstovnin. Hesum og øðrum líknandi ideologiskum sveinastykkjum skulu og migu vit forða honum í. Vit eiga at virka sambært tørvinum hjá landi og fólki og ikki hjá markleysu og harðrendu girndini.


Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður