Nýggi Landsverkfrøðingurin, Oyvindur Brimnes, dugir ikki at síggja nakran sum helst trupulleika við, at hann er blivin limur í nevndini fyri P/F Vágatunlinum, samstundis, sum hansara stovnur skal hava eftirlit við arbeiðnum vegna Landsstýrið og sostatt, eisini vegna løgtingið.
Hann sigur, at hann er ikki rættiliga greiður yvir, akkurát, hvussu eftirlitsskyldan er orðað.
?Vit hava ikki havt fyrsta nevndarfundin enn og tað er m.a. tað, sum greiðast skal fáast á á tí fundinum.
Men sum hann hevur skilt tað skal Landsverkfrøðingurin tryggja, at arbeiðið, tekniskt er á nóg høgum støði.
?Annars eru tað eisini privat felag, sum skulu hava tekniska eftirlitið við arbeiðnum.
Annars heldur Oyvindur Brimnes ikki, at talan verður um nakran gegnistrupulleika.
? Uppgávan hjá bæði Landsverkfrøðingsstovninum og P/F Vágatunlinum er tann sama, nevniliga at fáa ein so góðan tunnil sum gjørligt, so bíliga sum gjørligt: Ella við øðrum orðum, at fáa sum mest fyri peningin.
? Tí er sum so ongin andsøgn í endamálinum hjá Landsverkfrøðinginum og hjá Vágatunlinum.
Hann heldur, at uppgávan hjá Landsverkfrøðingsstovninum verður líka nógv at verða ráðgevari hjá byggiharranum.
Hann vísir m.a. til vanliga vegagerð í Føroyum.
? Har er tað Landsverkfrøðingurin, sum ger vegirnar, samstundis sum hann er vegamyndugleiki. Hetta er onki øðrvísi enn tað, leggur hann afturat.
Oyvindur Brimnes heldur ikki at gegnistrupulleikar fara at stinga seg upp uttan so, at ósemja fer at taka seg upp í millum Landsverkfrøðingsstovnin og nevndina fyri P/F Vágatunlinum.
?Men so er onki at gera uttan at halda seg uttanfyri viðgerðina av akkurát teimum málunum, sum ósemja er um.
Í sambandi við vegagerðina hevur Landsverkfrøðingurin mælt til at taka av lægsta tilboði hjá Byggitek, men tað er ongin loyna, at nevndin fyri P/F Vágatunnilin er mest áhugað í tilboðnum frá J&K Petersen.
? Er tað ikki skjótt, at tú kanst enda í eina støðu, har tú kemur at arbeiða beint ímóti tilráðingini hjá Landsverkfrøðinginum?
? Nú eri eg ikki blivin Landsverkfrøðingur enn. ? Men í slíkum førum kann eg ikki vera við til at taka avgerðirnar, so har má eg halda meg frá at taka lut í viðgerðini.
Men hann heldur, at slíkar avgerðir eru ikki høvuðsendamálið hjá nevndini, tí tað er bara ein heilt lítil partur av eftirlitinum.
? Eg dugi ikki at síggja, at eftirlitið skal vera mótparturin hjá byggiharranum. ? Eg ivist ikki í, at eisini P/F Vágatunnilin hevur áhuga í, at eftirlitið er so gott sum gjørligt.
Oyvindur Brimnes hevur fylgt við í tí, sum er hent í málinum um Vágatunnilin hesa seinastu tíðina og í kjakinum, sum hevur verið í kjalarvørrinum á teimum avgerðum, sum eru tiknar.Men hann vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum er farið fram.Hann tekur við sum Landsverkfrøðingur 1. august.;ar so ræðuliga flott . Men í mínari verð skal granskingin her í nógv størri mun vera vørumenning. Samstundis skulu vit hava fólk við evnum og kunnan til at taka ting uttanífrá, sigur Magnus Pauli.
- Men grundgranskingini kunnu vit heldur ikki sleppa, heldur Guðrið.
- Gransking er ein altjóða uppgáva. Skalt tú fáa fatur á tí, hini hava, mást tú sjálvur lata nakað, sigur Óluva, sum sjálv er við í einari norðurlendskari verkætlan:
-Tey høvdu ikki tímað at havt meg við, um eg ikki kundi lata eitt einasta úrslit og ongan granskingarførleika hevði. Tí mugu vit fylgja reglunum, sum eru galdandi innan altjóða vísund og millum annað útbúgva okkum sum granskarar á PhD-støði osfr.
Tey fýra nevna fleiri enn tíggju áhugaverd øki sum granskast kann í í Føroyum. Tey fevna um alt frá heilsufrøðiligari matvørutrygd, um hjáframleiðslu av fiskarestum til aling av nýggjum fiskasløgum og mangt, mangt annað. Og tað er helst eingin orsøk at óttast, at granskararnir gerast arbeiðsleysir í nærmastu framtíð. Sitandi landsstýri hevur sagt seg vilja satsa uppá hetta øki, sum granskingarmálaráðharrin Høgni Hoydal í útvarpinum nevndi »okkara mest afturútsiglda øki«.
Fimm milliónir eyka eru settar av á ársins fíggjarlóg til praktiskar fiskivinnuroyndir. Hetta kemur afturat átta milliónum, sum árliga verða settar av til fiskivinnuroyndir. Hesir pengar verða býttir í millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna.









