Landsverkfrøðingurin stendur við sítt

?Vit hava hildið okkum til lógina og hava mælt til at Byggitek skal hava arbeiðið at gera vegirnar til Vágatunnilin. Og tað halda vit fast um, sigur Hans Biskupstø, Landsverkfrøðingur

Landsverkfrøðingurin heldur framvegis, at Byggitek eigur at fáa arbeiðið at gera vegirnar í sambandi við tunnilin undir Vestmannasundi.

Sostatt hevur útrokningin hjá P/F Vágatunlinum um at tilboðið hjá J&K Petersen, sum loysir seg best sum heild, onga ávirkan á støðuna hjá Landsverkfrøingin.

Í sambandi við vegirnar, skuldi Landsverkfrøðingurin gera eitt tilmæli um, hvør skuldi fáa arbeiðið.

Hann mælti til, at Byggitek fekk arbeiðið, tí tað hevði lægsta tilboð.

Men hesum tók nevndin fyri P/F Vágatunnilin ikki eftirtektar, men gjørdi ístaðin av at taka samráðingar upp við J&K Petersen, sum hevði næstlægsta tilboð um at gera arbeiðið.

P/F Vágatunnilin sigur, at samanumtikið gagnar tilboðið hjá J&K Petersen Vágatunlinum best og tað er eisini bíligast, tá ið ymsar framrokningar verða gjørdar.

Hans Biskopstø, Landsverkfrøingur, sigur, at hann stendu við tað tilmælið, sum hann hevur givið og at útrokningarnar hjá P/F Vágatunlinum hava ikki fingið hann at broyta støðu.

?Vit hava kannað tilboðini og vit hava síðani gjørt eitt tilmæli útfrá teimum forskriftum, sum lisitatiónslógin sigur, og tað tilmælið standa vit við.

? Og vit hava 50 ára royndir í slíkum arbeiði, leggur hann afturat.

Sigur tú við hesum, at tað, sum P/F Vágatunnilin hevur gjørt, ikki er í samsvari við lisitatiónslógina

? Tað havi eg onga viðmerking til í løtuni. Eg kann bara siga, at vit hava gjørt eitt tilmæli eftir forskriftunum í lisitatiónslógini og tað tilmælið standa vit fast við.

? Nú eru samráðingar ímillum partarnar og í løtuni hvi eg ikki hug til at leggja meg út í ymsar tulkingar av lisitatiónslógini.

Nevndin í P/F Vágatunlinum hevur gjørt eina uppstilling, sum vísir, hví tilboðið hjá J&K Petersen gagnar byggiætlanini best útfrá eini heildarmeting.Eitt nú sigur Vágatunnilin, at J&K Petersen hevði eitt sjálvstøðugt, fast tilboð og tí skal onki leggjast afturat fyri møguligari meiri nøgdir, sum verða at flyta.

Hinvegin hevur nevndin í P/F Vágatunlinum lagt 5% afturat tilboðnum hjá Byggitek fyri at leggja upp fyri, at tað verður meiri tilfar at flyta, enn mett var. Hetta er ein grundgeving fyri at tilboðið hjá J&K Petersen samanumtikið er betri en tað hjá Byggitek.

Byggikøn hava sagt okkum, at slíka uppstilling ber ikki til at gera eftir lisitatiónslógini?

?Tað er nokk rætt. Tað er eisini okkara fatan, tí hava vit vit gjørt okkara tilmæli, sum vit gjørdu.

Hann sigur eisini, at hann kennir onki til, at J&K Petersen høvdu eitt fast boð, sum skuldi givið teimum fyrimun framum Byggitek.

Hann sigur, at hann vónar, at samráðingrnar, sum nú eru, fara at føra til eitt úrslit, sum ger byggivinnuna nøgda og sum førir við sær, at farast kann undir arbeiðið í sátt og semju.

Hann sigur, at uppgávan hjá Landsverkfrøðinginum er at tryggja, at arbeiðið verður útint samsvarandi teimum teknisku krøvum, sum eru. Og tað ætla vit at gera, sama hvør ger arbeiðið, sigur Hans Biskopstø. vit ikki vitja grannan, men vita alt um hvat slag av kynslívi amerikanski forsetin høsnast við.


Vit hava góðar fortreytir

Men hetta skulu vit ikki ræðast. Vit hava altíð livað við hesi avbjóðing. At verða partur av eini lítlari mentan, sum hevur yvirlivað ímóti øllum forsagnum, kann gerast eitt ómetaligt privilegium fyri framtíðina. Vit kenna heimin og heimsins mentanir væl betri enn tær flestu sonevndu "stóru tjóðirnar". Tí vit noyðast at kenna onnur fyri at yvirliva.

Okkara ungdómur dugir longu og fer at duga nógv heimsins mál og kennir aðrar mentanir. Á eini føroyskari uttanríkistænastu ella á einum føroyskum útflutningsvirki fer tað ikki at standa á at hava starvsfólk, sum hvør í sínum lagi kunnu samskifta á japanskum, týskum, sponskum, russiskum, portugisiskum ella arabiskum. Umframt sjálvsagt at duga norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga.

Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi og Ný Foundlandi heimaftur til okkara mentanarliga førning.

Onki land kann í dag útbúgva alt sítt fólk ella byrgja útbúgving og gransking inni á dustutum stovnum. So okkara støða er nú vorðin alra støða. Vit skulu út í heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur.

Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving.

Nám eigur at vera eitt gullnám fyri Føroyar.


Høgni Hoydal

Landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum